Seinastu mánaðirnar hava óhugnaligir klovnar loypt ræðslu á fólk um allan vesturheimin. Talan er um ræðandi sminkaðar klovnar, ofta vápnaðir, sum ræða fólk á gøtuni. Onkustaðni sigst, at klovnarnir royna at lokka børn inn í skóg ella hús, meðan aðrastaðni eru fráboðanir um, at klovnarnir hava lagt á fólk.
Nú ganga søgur um, at fólk hava sæð klovnarnar í Føroyum. Fólk siga seg hava sæð onkran ílatnan sum ein av hesum klovnunum vesturi í Vágunum og løgreglan í Havn váttar eisini, at fráboðanir eru komnar úr Havnini. Løgreglan hevur tó ikki fingið fatur á nøkrum, ið hevur latið seg út á hendan hátt.
Ikki er heilt greitt, hvaðani hetta stavar, men tað tykist hava sín uppruna í USA. Onkur hevur sett tað í samband við, at ræðufilmurin IT eftir bókina hjá Stephen King verður sleptur næsta ár, men filmsfelagið vísir staðiliga aftur, at teir hava nakað við hendingarnar at gera.