Hugnaligt í stovuni hjá Armando

Pallurin í Flagstjaldinum var umbygdur til hugnaligu eina hugnaliga stovu, tá Marius og hinir í bólkinum bjóðaðu til hugnaliga tónleikaveitslu.

Á pallinum var stríputt tapet, lenistólar ogstandilampur. Á veggjunum hekk ein einsamøll LP og ein gittarur millum myndirnar, og verturin Armando, sum í síni Hawai skjúrtu og Bermuda shortsi bjóðaði Marius og okkum í ball.

 

Í nýggju útgávuni av Marius er ravmagnsrokkurin skiftur út við kassagittarar, slagverk og harmoniku. Allir tónleikararnir vóru framúr, og stuttligt var at hoyra hvussu væl tað riggaði við røddunum hjá Hans Mariusi saman við gamla Flux trummuleikaranum Sveini Gaard Olsen, ið eisini spældi slagverk.

 

Armando gekk runt, bjóðaði snaps, roykti sigar og annars var hugnaligur. Meðan bólkurin spældi eina røð av friðarligum løgum, ið vóru meira hugnalig enn ball kend, og hetta gjørdi at eftir nøkur løg, var larmurin av festivalgestum um at gerast órógvandi til framførsluna, stutt sagt var ikki so nógv ball yvir tónleikinum.

 

So tók Armando yvir, sum tann góði verturin hann var, og vildi sleppa at dansa, og við einum eitt sindur meira lívligum enda, endaði bólkurin við lívligu løgunum ?One In The Masses?, ?Eyes? og ?Walk The Road Alone?, og tá vaknaði áskoðarafjøldin, og ballið gjørdist fullkomið, tá treiv aftur í fløskuni og bjóðaði snaps.