Óhugnaligt og ræðandi

Tjóðveldisflokkurin hevur misnýtt nýggju kringvarpslógina at seta síni egnu fólk í nevndirnar fyri útvarp og sjónvarp. Úrslitið er, at álitið á loftmiðlarnar er burtur

Tjóðveldisflokkurin hevur misnýtt nýggju kringvarpslógina at seta síni egnu fólk í nevndirnar fyri útvarp og sjónvarp. Úrslitið er, at álitið á loftmiðlarnar er burtur.


Við nýggju kringvarpslógini hevur landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum fingið heimild at seta eina nevnd fyri útvarp og eina fyri sjónvarp. Hesar nevndir telja 7 limir hvør og skulu ráðgeva útvarpi og sjónvarpi viðvíkjandi programmvirkseminum. Nevndirnar skulu hava breiða samfelagsliga umboðan.

Gomlu útvarps- og sjónvarpsnevndirnar, sum høvdu breiða politiska umboðan, ávaraðu staðiliga móti nýggju lógini. Hon gav bæði møguleika fyri, at landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum kundi misnýta vald sítt og eisini fyri at hann kundi mistonkjast fyri hetta.


70 % tjóðveldisfólk

Neyvan nakar í gomlu nevndunum hevur ímyndað sær, at ávaringin móti misnýtslu so skjótt skuldi gerast til veruleika og í so stóran mun, sum nú er hent. Bæði útvarps- og sjónvarpsstjórin hildu, at tað var óhugsandi, at nakar landsstýrismaður fór at tora at nýta henda møguleika, men ásannaðu, at møguleikin var til staðar.

Men tað sum ikki skuldi kunna hent, hendi. Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður í loftmiðlamálum setti síni egnu í stórum meiriluta í nevndirnar. Onkur tingmaður hevur nevnt, at 8 av limunum eru tjóðveldisfólk, onkur annar hevur hildið seg vita, at tey eru 10, ella við øðrum orðum yvir 70 % eru tjóðveldisfólk.


Umsitingin rennur ørindi fyri landsstýrismannin

Høgni Hoydal, nýggjur landsstýrismaður í loftmiðlamálum, sigur, at tilnevningin er eftir tilmæli frá umsitingini. So kann vera spurt, hví umsitingin gevur eitt slíkt tilmæli ? Rennur umsitingin ørindi fyri landsstýrismannin ? Allarhelst, tá ið slíkt tilmæli kann koma uppá tal. Breið samfelagslig umboðan er tað í hvussu so er ikki. Í øllum førðum ikki politiskt.

At nevndirnar eru ráðgevandi, broytir onki uppá skeivleikan. Meg listi at sæð tann útvarps- ella sjónvarpsstjóra, sum ikki gevur ráðgevandi nevndunum gætur. Tjóðveldið hevur so undir øllum umstøðum tryggja sær fullkomna ávirkan á loftmiðlarnar.


Óhugnaligt og ræðandi

Fyri tað fyrsta eru bæði útvarps- og sjónvarpsstjórin beinleiðis undir tjóðveldislandsstýrismanni. Fyri tað næsta er so hesin stóri meirilutin av nevndunum tjóðveldisfólk. Og fyri tað triðja er neyvan nakar í iva um, hvønn politikk stórur partur av starvsfólkunum á stovnunum halla seg at. Legg til merkis dagliga tíðindaflutningin og skrásamansetingina!


Valdsmisnýtsla

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, er ongin fjølmiðlaábyrgdarlóg enn sett í gildi! Tí at danir ikki vilja broyta sína lóg samstundis sum teir skulu gjalda kostnaðin. Høgni Hoydal sigur, at tí skal ein føroysk gerast. Gud viti, nær hon kemur í gildi. Tí er ongin yvir ella við síðuna av Tjóðveldisflokkinum, tá ið talan er um á-byrgd av og ávirkan á út-varp og sjónvarp.

Valdsmisnýtslan er óhugnalig og ræðandi. Tí eigur løgmaður og løgting at grípa inn beinanvegin. Føroya fólk hevur krav uppá, at almennu loftmiðlarnir aftur gerast politiskt óheftir, so álitið kann endurskapast.


Johan Petersen

fyrrv. útvarps- og sjónvarpsnevndarformaður