Hóast veðrið ikki var av tí besta, so var lagið gott á teimum á leið 30 áhoyrarunum, ið vóru komnir oman í Miðlahúsið at lurta eftir Brandi og hansara bólki.
Meðan bólkurin stemmaði gittarar og fingu alt tað síðsta uppá pláss, varð kaffi drukkið og smákøkur etnar í køkini. Smátt um smátt sessaðust áhoyrararnir, og Brandur fór í gongd.
Brandur hevur staðið framman fyri fólki nakrar ferðir eftir hondini, og tað sæst aftur. Brandur prátaði og livdi seg inn í framførsluna, og dugdi sum heild sera væl at fáa fólki at kenna seg væl.
At hjálpa sær hevur Brandur bæði kendar og ikki so kendar tónleikarar. Benjamin Petersen, ið spælir við Deja Vu, og Tróndur Enni, beiggja Brand, kenna flest øll, ið fylgja eitt sindur við innan føroyskan tónleik.
Men hóast restin av bólkinum ikki eru eins kend nøvn, so dugdu tey væl, og bólkurin spældi sum ein heild. Fiólspælið hjá Heiðrun Petersen riggaði serliga væl.
Brandur spældi í lítlan tíma og endaði við einum lagið, har hann spældi einsamallur við Heiðrun. Eitt pent lag við frálíkari útseting.
Eftir framførsluna var kaffi og smákøkur aftur á skránni, og onkur fjeppari fekk høvi at práta við Brand. Eitt hugnaligt og væleydnað kvøld.