Hugnaligt festivaløki á jóansøku

Jóansøkufestivalurin nærkast og heimasíðan hjá festivalinum avdúkar nú, hvussu og hvar festivaløkið verður í ár Joansokufestivalurin.com avdúkar nú, at festivalurin verður á bryggjuni á Tvøroyri í ár. Framvið stak hugnaligu pakkhúsunum hjá Thomsen er ætlanin at hava Jóansøkufestivalin og tekning er gjørd, sum vísir eitt hugnaligt festivalumhvørvi, har John Lawton, Teitur, Side Effect, Crawling Blue og onnur sleppa at royna seg. Umframt eru smærri konsertir í Pubbini og í Klubbanum, har eittnú Brandur Enni fer á pall.