Nú friður aftur valdar aftaná teir báðir stórdystirnar í gjár, hevur onkur helst timburmenn. Hetta vita tey alt um úti á politistøðini í Havn, har ikki færri enn tríggir føroyskir garpar liggja avdotnir aftan á eina rokaliga nátt í býnum.
Teir tríggir vórðu allir tiknir við á støðina um fýratíðina í nátt, tí teir vóru farnir til hendurs og vóru til ampa hjá býarfólkinum.
Menninir, sum eru millum 20 og 30 ár og kenningar hjá politinum, verða avhoyrdir, tá teir fáa eygu einaferð seinni í dag. Teir verða skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar og kunnu passaliga spáka sær oman á posthúsið at rinda hvør sína bót á einar 1000 krónur, sum teir fáa við sær heim av støðini.
Friðarligir hooligans
Harafturímóti kunnu tiltiknu viðhaldsfólkini hjá Manchester City erpa sær av, at ongir trupulleikar vóru av teimum – hvørki undan, undir ella eftir dystin á Tórsvølli. Av politistøðini verður sagt, at væl mannaðu løgregluliðini helst eiga part av æruni av, at alt gekk so friðarliga fyri seg.
- Tað hevur verið lív í sum á einari vanligari vikuskiftisnátt. Men kortini hevur onki rok verið – burtursæð frá áðurnevndu føroyingum, sigur vakthavandi á politistøðini við Sosialin.
Aftur um tvær vikur
Eini 25 jútskir politistar vórðu sendir til Føroya at hjálpa starvsfeløgunum her heima í sambandi við fótbóltsdystin millum EB/Streym og Manchester City á Tórsvølli í gjár. Teir fóru av landinum aftur tíðliga í morgun.
Um tvær vikur spæla føroyingar aftur dyst, ið verður flokkaður sum serliga vandamikil. Hetta verður returdysturin millum Brøndby og B36, sum verður spældur í Havn. Eisini tá verða danskir politistar boðsendir til Føroya at hjálpa føroysku politistunum. Men, verður sagt av politistøðini í Havn, um tvær vikur verða tað politistar úr Keypmannahavn, sum koma upp, tí teir kenna betri muruna hjá viðhaldsfólkunum hjá Brøndby enn politistarnir úr Jútlandi.
Glaður kaféstjóri
Um alla Havnina var eitt yðjandi lív av væl nøgdum fótbóltsfjepparum, forvitnum føroyingum og vilstum víkingum.
Jóhannes Jensen, stjóri á Hvonn og á Kafé Vágsbotn sigur, at kvøldið hepnaðist væl hjá teimum - sum eitt vanligt fríggjakvøld.
- Her var nógv fólk, góður hýrur, ongin ballada og onki brotið, sigur hann við Sosialin.