Fríggjadagin visti Rás2 at siga frá løgregluni, at bøturnar fyri eitt nú at tosa í telefon og fyri at koyra uttan trygdarbelti eru eksploderaðar í ár. Eisini varð sagt, at í ár eru nógv klipp givin fyri, at fólk ikki hava børnin íbundin í bilinum.
Tað má vera vorðið sum gáloysni, at foreldur og fólk fáa seg til at fara avstað við bili uttan at tryggja sær, at børnini eru trygt íbundin. Skipanin hevur nú verið galdandi í fleiri ár, at øll í bilinum skulu nýta trygdarseðlan. Tað var longu í 1986, at lóg kom í gildi, at trygdarseðlar skulu vera bæði aftan og framman í bili - og nakað seinni kom lógin í gildi sum segði, at trygdarseðlar, sum eru tøkir í bilinum, skulu brúkast.
Tað gekk ein tíð, har fólk kjakaðust um, hvørt trygdarseðlar nú eru so tryggir, sum man vil vera við. Men tann mytan, at fólk verða bjargað, tí tey ikki sita í trygdarseðlunum, er langt síðani manað í jørðina. Tvørturímóti, so hevur landslæknin fleiri ferðir víst á, at um fólk høvdu nýtt trygdarseðlar, so vórðu hundraðtals mannalív bjargað.
Fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi á Varmakeldueiði í Eysturoy 2. september í 1928. Síðani tá eru umleið 270 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tað skerst ikki burtur, at ferðslutrygdarmenningin seinnu árini heilt víst hevur bjargað nógvum mannalívum.
Her í Miðlahúsinum í Vágsbotni kunnu vit fylgja við, hvussu Ferðslutrygd hvønn fríggjadag eggjar ungum til at hava fyrilit fyri ferðslutrygdini. Tí í grannahúsinum, Peruni, bjóðar Ferðslutrygd framhaldsskúlanæmingum á skeið, har tey fáa eina gjølla frágreiðing um Ferðslutrygd, har ferðsluoffur greiða frá, hvussu teirra lív er broytt av syndarligum ferðsluvanlukkum, og har tey ungu sleppa at royna trygdarseðlan í Hvølvusi - bilinum hjá Ferðslutrygd, sum melur runt, so fólk kunnu royna at sita í einum rullandi bili.
Jú, nógv góð framstig eru í ferðslutrygdartilvitanini hjá fólki. Men tá fólk í hópatali verða tikin, tí tey ikki hava tryggjað sær at børnini eru íbundin, tá er kortini okkurt, sum ikki ruggar rætt. Hesi fólk eiga at skamma seg, tí eingin hevur rætt at seta barnsins lív í váða í berum gásloysni.
---------
Sosialurin