Morgunin byrjaði við einum præludeum, sum organisturin Jóhanna Jóhannesen, spældi. Síðani ein fitt og sera dugnalig strúkikvartett við ungum næmingum frá Klaksvíkar Tónlistaskúla, har tann eini gekk í 6. flokki. Tey spældu nøkur løg uppi við orglið saman við Helgu Gerðalíð á orgul og Ljudmila Berezina á violin.
Síðani kom nýggja Kirkju- og Ungdómskórið í Christianskirkjuni. Hóast hetta kórið bert hevur nakrar fáar vikur á virkisleið síni, so ljóðaði tað avbera væl sum um tey høvdu sungið leingi saman. Men kórið hevur ikki færri enn tríggjar kórleiðarar, Magna Husgaard, Jóhannu og Ólav Jóhannesen. Væl er heppnast eftir so stuttari tíð. Við hesi ferð, hevur kórið eina bjarta framtíð.
Matinéin endaði við, at Ljudmila Berezina og Helga Gerðalíð spældu saman við ungu og dugnaligu kvartettini trý løg, har tað síðsta var Móðurland.
Ein frálík Torra-Matiné, og høvdu fólkini, sum hópaðust uttan fyri kirkjuni í góðveðrinum, nógv gott at siga um hugnaligu løtuna, og tað nógv góða, tey høvdu hoyrt.
Trúgvu sonurin av Klaksvík, Eyðun Joensen, sum oftani leitar norður aftur, tá ið okkurt er á skrá, helt fyri við prest, eg bleiv heilt rørdur ta einu løtuna, so gott tað ljóðaði! So man tað hava verið rættiliga gott, helt prestur fyri. Eg helt, tað vóru bert prestar, sum blivu rørdir við hvørt. Men tá ið á sálarfrøðingur eisini verður rørdur av tí vakra sanginum og tónleikinum, so má tað hava verið heilt gott og takkaði fyri vegna góðu løtuna.
Orð og myndir: Dávur Winther