Fríggjakvøldið 29.des. var konsert við Martini Joensen og orkestri í Miðlahúsinum.
Byrjað varð í Heygatúni í Vestmanna, barnaminnum og hugleiðingum frá eini farnari tíð. Siðani varð farið inn í vaksnamannaheimin við sínum góðu og sínum beisku síðum, sum Martin jú dugir so sera væl at lýsa, uttan tó nakrantíð at gerast ov sentimentalur. Vit kenna jú sangirnar so væl, og hetta kvøld fingu vit, sum lýddu á, allar teir bestu. Byrjanin var kanska heldur spøk, men so við og við kom meiri gongd í, og tónleikurin svingaði ógvuliga væl. Aftan fyri seg hevði Martin eina samling av sera garvaðum tónleikarum: Jákup Zachariassen, dobro og steelguitar, Eyðun Hansen, guitar, Jónleif Jensen, trummur, Pauli Magnussen, bass, sang, og sjálvur sang Martin og spældi guitar.
Serliga var tað samspælið millum Jákup og Eyðun, sum hugtók meg. Eyðun við sínum fína jasskenda solospæli og Jákup, sum ikki forfellur til tað vanliga countrymjarrið, men spælir á heilt annan og áhugaverdari hátt enn so nógvir aðrir steelguitaristar.
Eyðsýnt var, at áhoyrararnir vóru sera væl nøgdir við konsertina og vildu hava eykaløg, sum vit eisini fingu.
Væl vitandi, at orð og tónleikur hjá Martini eru sera persónlig og innilig, sat eg tó og hugsaði. at tað hevði verið meiri fjølbroytt, um Eyðun td. hevði spælt elguitar til nøkur av løgunum, um Jákup hevði spælt klaver viðhvørt, og um eitt sindur varð gjørt burtur úr fleirraddaðum sangi.
Alt í alt ein fín og hugnalig konsert fyri vaksin fólk í einum hugnaligum høli.