Hugnalig jólatiltøk í Sandoynni í desember

Nú jólamánaðurin byrjar í morgin, spennur Sandoyggin seg nú út við ymiskum jólatiltøkum, sum verða hildin í desember.

 

Fleiri tiltøk verða á skránni í Sandoynni í jólamánaðinum og skráin, sum Visit Sandoy hevur sett saman í samstarvi við veitarar í oynni, er fjølbroytt.   

 

Mikudagin hin 1. desember, sum er í morgin, skipar Eftirskúlin Brúgvin í Skálavík fyri hugnaligum tiltaki - rópt Jól á Eftirskúlanum. Her verður lagt fyri klokkan 17, tá jólabásar lata upp, og ymiskt gott til góman fæst til keyps á skúlanum.

 

Klokkan 19 í annaðkvøld verður ókeypis jólakonsert á Eftirskúlanum.

 

Hósdagin hin 2. desember verður jólabingo í Virkinum á Sandi, og her verður lagt fyri klokkan 19.

Longu dagin eftir, fríggjadagin hin 3. desember og fram til sunnudagin hin 5. desember, verður árliga jólasølan í Eiriksgarði í Dali. Fríggjadag og leygardag verður opið frá klokkan 14 til 20, og sunnudag verður opið frá klokkan 16 til 20.

 

Fríggjadagin hin 10. desember verður Kafé’in á Mølini opin frá klokkan 17 til 02. Kafé’in er stak hugnalig, og her fæst bæði matur og drekka.

Leygardagin hin 11. desember frá klokkan 12 til 14 verður jólakafé og jólaverkstovur í Virkinum á Sandi, og tað er Mat-og Moldmentanarháskúlin, sum skipar fyri verkstovunum. 

 

Henda dagin fer Kafé’in á Mølini aftur at hava opið, og hesaferð verður opið frá klokkan 16 til 02.

 

Sunnudagin hin 12. desember fer Mat-og Moldmentanarháskúlin at skipa fyri jólatiltaki á Sandi, og seinnapartin um dagin verður eisini jólakafé á Mølini í Skálavík.

 

Sunnudagin 26. desember, sum er 2. jóladagur, verður jólahugni fyri børnum í Virkinum á Sandi, og hetta tiltak byrjar klokkan 16.

 

Onnur tiltøk, sum hava stóran áhuga í Sandoynni, eru løturnar, tá jólaskipini koma til bygdar - við jólamonnum, sum býta út karamellur og jólapakkar til børnini.

 

Enn er ikki avgjørt, nær jólaskipini koma á Sand og Skálavík, tí hetta avhongur eisini av veðri. Visit Sandoy fer at kunna um, nær jólaskipini koma til bygdar.