Hugnalig hugskot til barnafamiljur

Fýra ungar gentur geva í dag út fyrstu føroysku hugskotsbókina til hugnaliga samveru hjá børnum og foreldrum


Tørvar tær hugskot til okkurt kreativt, sum barnafamiljan kann gera saman, er uttan iva okkurt at finna í nýggju bókini Hugnaløtan - til hugna og samanhald. Bókin er á tremur við bæði kendum og nýggjum hugskotum til alt frá baking til ymisk uttanduraspøl 



Hava roynt hugskotini

Tað eru tær fýra Ása Pólsdóttir, Bjørk Berg Mikkelsen, Halltóra Poulsen og Kristina Hansen á Handilsskúlanum í Havn, sum hava gjørt bókina í sambandi við verkætlanina Ungt virki. Arbeiðið byrjaði í september við, at tær stovnaðu virkið Í/F. Kria, og fyrsta vøran hjá fyrtøkuni er so hendan forkunnuga hugskotsbókin.

Flestu av hugskotunum í bókini eiga tær sjálvar, men onkur hava tær fingið eftir at hava fregnast eitt sindur hjá barnafamiljum og øðrum. Felags fyri øll hugsotini er, at børn millum trý og 10 ár kunnu vera við, men eldri børn kunnu saktans vera við eisini. Til dømis eru sera lættar uppskriftir til bæði góðgætis smákøkur og køkuhús eins og góðar vegleiðingar eru til eitt nú oyraringar og goggurammur. Og fólk kunnu vera vís í, at hugskotini rigga.

- Vit hava roynt øll hugskotini heima hjá okkum sjálvum fyri at tryggja, at onki manglar í vegleiðingunum og at úrslitið verður, sum myndirnar vísa, sigur Bjørk Berg Mikkelsen, sum er framleiðslustjóri í Kria.

Hetta hevur eisini verið tann stuttligasti parturin av arbeiðinum við bókini, sum annars hevur verið rættiliga strævið siga tær. 



Kannað tørvin

Hóast nógv ymisk hugskot vóru á borðinum, tá tær byrjaðu, vóru tær ikki í iva, tá onkur nevndi hetta við eini hugskotsbók. Ongin slík bók finst nevniliga á føroyskum, og tí mettu tær fýra, at grundarlag mátti vera fyri eini slíkari útgávu. Fyri at meta um tørvin, gjørdu tær fyrst eina marknaðarkanning, sum týðiliga vísti, at fólk hava saknað eina slíka bók.

- Vit gjørdu 50 spurnarbløð, sum vit býttu út millum fólk ymsastaðni. Tey allarflestu mettu, at stórur tørvur var á eini slíkari bók og søgdu seg vilja keypa hana, sigur Bjørk Berg Mikkelsen.

Fleiri nevndu eisini, at gott hevði verið, um ein fløga fylgdi við. Hóast tær fýra hildu hugskotið við fløguni vera fínt, náddu tær ikki fáa eina fløgu lidna til hesa fyrstu útgávuna. Men tað verður kanska seinni, siga tær.

Í fyrsta umfari hava tær valt at brúka alla orkuna uppá sjálva bókina, og tað hevur kravt rættiliga nógv.

- Um ein slík bók skal gerast veruleiki, mást tú tíma at brúka tíð uppá hana - nógva tíð, sigur sølu og innkeypsstjórin Halltóra Poulsen, og leggur afturat, at tær ofta hava arbeitt til langt út á kvøldarnar.

- Og so má man eisini kunna arbeiða saman. Tað ánaðu vit ikki, um vit kundu, tí vit kendust ikki, áðrenn vit byrjaðu uppá hetta. Men samstarvið hevur gingið ótrúliga væl, sigur Kristina Hansen, ið er fíggjarstjóri í Í/F Kria.

Bókin er longu at fáa í Rit & Rák og ymsum øðrum handlum kring landið. Í februar fer virkið Í/F Kria frá Handilsskúlanum í Havn at luttaka í kapping í SMS við hinar miðnámsskúlarnar um at gerast ársins virki 2008.