Hugnaløta í Sandavági

Sandavágs Ítróttarfelag skipar leygarkvøldið fyri hugnaløtu við fyrilestri, felagssangi, sangframførslu , skemti og burturluting

SÍF húsið verður karmur um hugnaløtu leygarkvøldið klokkan.
Tá verður bæði fyrilestur, sangur, skemt av ymsum slagi og felagssangur á skránni, eins og kaffi við teimum viðgitnu lagkøkunum i Sandavági eisini verður at fáa.
Jógvan Fríðriksson, prestur, fer at hava innlegg um lívsvirði, siga fyrireikararnir. Sangframførsluni fer bólkurin »Bjørn Ingars« at standa fyri. Men tey, sum koma til tiltakið, sleppa eisini at nýta røddina, tí felagssangur verður, sum vanligt plagar at vera til slík tiltøk i SÍF húsinum.
Okkurt skemtiligt undirhald skal eisini vera við, siga tey, sum stíla fyri. Burturlutað verður eitt lamb, sum fæst í heyst.
Tiltakið byrjar leygarkvøldið klokkan 19.30, og atgongumerkið kostar 50,- krónur.