Hugnaløta á Glyvrum

Nú Fimleikarfelagið Støkk vann Fimleikafagnaðin 2002 í Norðurlandahúsinum síðsta vikuskiftið, bjóða Runavíkar kommuna og fimleikafelagið til hugnaløtu í Støkk-høllini á Glyvrum

Tiltøk
Í samband við, at Fimleikafelagið Støkk vann Fimleikafagnaðin 2002, sum var í Norðurlandshúsinum síðsta vikuskiftið, bjóða Runavíkar kommuna og Støkk til hugnaløtu í Støkkhøllini á Glyvrum.
 Hugnaløtan verður í kvøld, mikukvøldið 6. november og byrjar kl. 19.30.
 Jastrid Weihe, formaður í Støkk, fer at bjóða vælkomin og býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen, fer eisini at siga nøkur orð.
 Kunningarstovan í Saltangará veit at siga, at øll áhugaði eru vælkomin inn á gólvið í Støkk-høllini í kvøld saman við fimleikarum og limum annars.
 Borðreitt verður við kaffi, kakao, sunkist, køkum og bollum.
 Øll børnini, sum koma til hugnaløtuna, fáa eisini støkkblýantar og ballónir.
 Í samband við løtuna verður Fimleikafagnaðurin vístur á lørifti.