Hugnaløta fyri ættleidd børn

Leygardagin varð skipað fyri einum tiltaki fyri foreldur at ættleiddum børnum í Pálsstovu. Tað var DanAdopt úr Danmark, sum skipaði fyri, og vóru tilsamans yvir tveyhundrað fólk komin saman

DanAdopt úr Danmark skipaði leygardagin fyri einum tiltaki í Pálsstovu í Havn fyri foreldur at ættleiddum børnum, og sluppu børnini sjálvandi eisini at vera við.
Hetta er fyrsta tiltakið av sínum slag í Føroyum. Onkuntíð fyrr hevur verið skipað fyri líknandi tiltaki inni í Eysturoynni, men hesuferð var tað fyri allar Føroyar.
? Allar familjur, sum hava ættleitt børn úr útlondum, kundu vera við. Fyriskipararnir frá DanAdopt fortaldu eitt sindur um tað nýggjasta, og so vóru tveir filmar vístir úr Korea og India fyri teimum, sum høvdu áhuga, sigur Ann Lindberg, sum hevur hjálpt til við tiltakinum.

Undirhald

Tiltakið byrjaði klokkan 13 leygardagin og helt áfram allan seinnapartin. Foreldrini sluppu at práta saman, meðan børnini fingu vitjan av Angelu og einum ungum gandakalli.
? Ein drekkamunn fingu vit eisini, men tiltakið var fyrst og fremst sosialt. Vit hava ein mammubólk í Havn, men vit vita onki um foreldur at ættleiddum børnum á bygd. Upplýsingar hava vit ikki loyvi at fáa frá Ríkisumboðnum, so lýst varð í bløðunum, so øll tey, ið høvdu hug kundu koma við, greiðir Ann Lindberg frá.
Í Danmark eru slík tiltøk meira ella minni vanlig. Tað verður ofta skipa fyri slíkum, og tað er eisini lokalstøð, sum skipa fyri.
? Hetta var eisini eitt ynski frá foreldrum, sum hava ættleitt. Vit hava ongan kjans at koma í kontakt við hvønn annan annars.
Væl varð eisini tikið undir við tiltakinum. Eini 100 vaksin møttu upp, og tilsamans vóru eini 200 fólk í Pálsstovu leygardagin.
? Nøkur ættleidd børn eru nú eisini so mikið vaksin, at tey høvdu teirra egnu børn við, so tað vóru trý ættarlið til staðar, og tað var ógvuliga stuttligt at síggja, sigur Ann Lindberg.
Ann Lindberg heldur, at fólk vóru ógvuliga glað fyri tiltakið.
? Vit gjørdu eisini ein lista, sum fólk kundu skriva seg á, so vit kunnu fara at skipa fyri einum ella øðrum einaferð um árið.