- Eg haldi tað vera heilt óhugnaligt, at hann skal hava so nógva løn, nú upphæddirnar til tey arbeisleysu eru so nógv skerdar. Tølini eru ógvuslig.
Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
ALS er ein stovnur, sum allir løntakarar eru tvungnir at gjalda inn í.
- Tað átti at spegla seg aftur í, at maðurin sjálvur hevur sagt seg úr starvi, sigur Maud Wang Hansen.