Í hesum sambandi skipar Tjóðsavnið fyri einum hugnaligum kvøldi við upplýsandi framløgum og framsýningum.
FRAMLØGURNAR:
Kristina Djurhuus Christiansen: Siðbundið handverk er livandi mentan
Paulina M. K. Eliasen: Leggur nýggju bókina, Brodering til føroyska tjóðbúnan 3, fram
Gloria Kalsø: Næmingur hjá Paulinu greiðir frá
Kolbrún í Haraldsstovu: Lendisbati og Stóriryggur
FRAMSÝNING:
Umframt framløgurnar, vera 13 vestastykkir við hosubondum víst fram, sum Paulina hevur broderað og virkað. Hosubondini eru virkaði við somu litum, ið síggjast aftur í vestastykkjunum.
Myndaframsýning við somu blómunum úr hagapartinum á Stóraryggi, ið hava givið íblástur til broderaði mynstrini eru eisini at sjá.
Paulina hevur lánt Tjóðsavninum tilfar, ið hon hevur teknað, skapt og broderað til bøkurnar, Brodering til føroyska tjóðbúnan 1 og 2 – hetta tilfar verður eisini sýnt fram.
DREKKAMUNNUR :
Eftir framløgurnar bjóðar Tjóðsavnið ein drekkamunn og framsýningin í Brekkutúni er opin.
Møguleiki verður at keypa bókina til serprís hetta kvøldið.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.











