Hugnakvøld við eydnuhjóli á Toftum

Á skránni verður eitt nú felagssangur, kórsangur og spurnarkapping um gamlar lutir

Hugnakvøld

Toftir: Leygardagin, 25. oktober, skipar Fornminnisfelagið í Nes kommunu fyri almennum eydnuhjóli og hugnaløtu á Svangaskarði. Lagt verður fyri kl. 19.30.
Umframt "lykkehjul ? sum í gomlum døgum", sum stigtakararnir siga, verður mangt áhugavert og skemtiligt á skránni hetta kvøldið.
Har verður kaffi, køkur, felagssangur, kórsangur og spurnarkapping um gamlar lutir.

Stuðul

Fornminnisfelagið sigur, at tey, sum vilja stuðla felagnum við at lata ein lut til eydnuhjólið, kunnu venda sær til ein av nevndarlimunum í seinasta lagi mánadagin, 20. oktober.
Nú um dagarnar selir felagið eisini lutaseðlar til frama fyri felagið.
Tey, sum sita í nevndini í Fornminnisfelagnum í Nes kommunu, eru Jógvan I. Olsen, Josefina Jacobsen, Karl Johannesen, Beinta Dahl og Regin Debess.