Hugnakvøld
Nú fríggjakvøldið skipar stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy fyri hugnakvøldi í tjaldinum, sum enn stendur uppi á kaiuni í Nólsoy.
Una Hansen sigur, at hugnakvøldið er ætlað teimum mongu, sum vóru við til at skipa fyri ovastevnuni í ár.
- Eg vil meta, at eini 100 fólk á ymiskan hátt vóru við til at gera stevnuna møguliga.
Hon sigur, at stuðulsnevndin nú fer at bjóða hesum fólkum til ein bita fríggjakvøldið.
- Tey mongu, sum taka sær av at skipa fyri stevnuni, hava valla stundir at halda stevnu sjálvi, meðan stevnan er, og tí skipa vit fyri hesum kvøldi, sigur Una.
Á hugnakvøldinum verður eisini kappast um, hvør er sterkasti maður og fimasta kvinna í Nólsoy.
- Hesar kappingar duttu niðurfyri á ovastevnu, tí fólk høvdu so nógv um at vera, sigur Una Hansen, sum vegna nevndina ynskir at takka øllum, ið hjálptu til.
Somuleiðis veitir hon eina hjartans tøkk til øll tey mongu, sum vitjaðu í Nólsoy á ovastevnu í ár.