Seinasta vár skipaði Stuðulsfelagið "Dragin" fyri einum hugnakvøldi í Skálanum, og av tí at undirtøkan var so góð, er ætlanin at royna tað aftur og at hava eitt slíkt hugnakvøld leygarkvøldið 6. mars .
Kl. 20 byrjar borðhaldið við smyrjubreyði við føroyskum viðskera. Síðani verður sangur við tónleiki og vónandi eisini okkur skemtiligt undir borðhaldinum. Eisini verður ein stutt framsýning, har "Dansihugni" fer at vísa fram nakar fólkadansir.
Kl. 23 lata hurðarnar upp fyri almennum gamlamannadansi. Í ár er tað tann kendi bólkurin "Lagamenn" úr Hvalba, sum fara at spæla sín frálíka góða, gamla dansitónleik.
Tey, ið ynskja at tilmelda seg til borðhaldið og dansin kunnu ringja á tlf 456661 ella 456282. Tað er ikki neyðugt at tilmelda seg, um ein bert kemur til dansin, sum byrjar kl. 23.
Kostnaðurin fyri borðhaldið og dansin er 180 kr, men fyri dansin er tað 120 kr.










