Tiltøk
Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 skipar Sandavágs ítróttarfelag fyri hugnakvøldi í bygdini, har evnið verður ?Lívsvirðir?. Jógvan Fríðriksson, prestur, kemur at hava ein fyrilestur um sama evnið, umframt at felagssangur eisini verður á skránni. Tikið verður fyri tað mesta í sangir, sum á ein ella annan hátt hava eitthvørt við evnið at gera.
Harafturat fáa luttakararnir eisini høvi til at seta seg afturá og njóta løtuna, tá onkur kendur, men fráfluttur, bygdarmaður fer at hava onkra sangframførsluna.
Ein mótasýning verður eisini á skránni, har tríggir stuttligir menn úr bygdini fara at geva teirra boð uppá, hvussu ein slík átti at verið.
Afturat øllum hesum verður eisini burturluting av seyði, so karmarnir eru avgjørt lagdir til rættis fyri, at bygdarfólkið kann fáa eitt hugnaligt kvøld saman.
Hetta er triðju ferð, at Sandavágs ítróttarfelag skipar fyri slíkum hugnakvøldi í bygdini. Fyrstu ferð var evnið ?Bygdin Sandavágur?, har bæði myndir og frásagnir um bygdina vóru á skránni. Næstu ferð var evnið ?Mikkjal á Ryggi og hansara verk?, og varð hetta evnið lýst gjøgnum ein fyrilestur.
Frá fyrireikarunum frætta vit, at kvøldini hava verið stak væl vitjaði, og tí hava tey eisini góðar vónir til komandi fríggjakvøld. Eisini nógv fólk, sum vanliga ikki hava tilknýti til felagið, hava vitjað kvøldini, og tað eru fyrireikararnir serliga fegnir um.
Atgongumerki áljóðandi 50 krónur fáast við dyrnar.