Hugnakvøld í Porkeris skúla

Leygarkvøldið 9. desember kl. 20 verður skipað fyri hugnakvøldi við café í Porkeris skúla.


Skráin verður fjølbroytt. Nógvur sangur við m.ø. Randi Nolsøe, Sigmund Andreassen, Óluvu Mortensen, Terja Nielsen, Anngerð Hammer, Eddi Bech, Anniku og Sigrid, Finnbjørn Nielsen og Svannu Mortensen. Eisini kemur Suðuroyarkórið at luttaka undir leiðslu av John í Skemmuni.
 
Lív Poulsen, ið virkar sum trúboðari í Senegal, kemur at greiða frá arbeiði sínum og at vísa myndir. Eisini verður felagssangur, upplestur og spurnarkapping.
Kvøldið verður endað við einum bíbliuorði.
 
Tiltakið er ókeypis og eru øll hjartaliga vælkomin.