Fyri at fáa ein serstakan føroyskan dám yvir hetta hugnakvøldið hava fyrireikararnir fingið avtalu við bæði Faroe Seafood og Føroya Bjór, sum lata okkurt gott til matna og drekkandi afturvið.
Tað er FISC, ?The Faroe Island Solidarity Committee?, sum stendur fyri hugnakvøldinum, og har finnast mong góð fólk millum fyrireikararnar so sum Loius Wilson, Marjun Joensen-King, Helgi Joensen og Dánjal Petur Mariusarson.
Louis Wilson sigur við Sosialin, at tey vóna, at mong verða við til hugnakvøldið, sum eisini er ætlanin at verða nakað serstakt, nú eitt av trúgvu umboðum Føroya í Bretlandi herfyri kundi halda jubileum.
Tey, sum ynskja at vera við, kunnu seta seg í samband við ein av fyrireikarunum. Louis Wilson hevur telf. 081-390 9926. Hugnakvøldið verður í the Danish Church, 5 St. Katherine´s Precincts, Regent Park, London.
Sosialurin ynskir øllum føroyingum í London og í Bretlandi og Skotlandi annars eitt sera gott hugnakvøld.










