Á hugnaløtuni mánakvøldið, fer Bjørg Fjallsbak at lesa fyri børnunum úr bókini hjá Tove Janson um jólatræið hjá Mumifólkunum. Eftir søguna fara børnini at tekna tekningar av teimum í Mumidali.
Tina Purkhús fer at lesa søguna ?De stumme gæster? hjá Williami Heinesen fyri teimum vaksnu. Síðani verur kaffi, saft og køkur at fáa.
Tað eru seks ár síðani byrjað var at hava eitt felags upplestrarkvøld í øllum Norðurlondum, og er hetta triðju ferð, at Klaksvíkar Bókasavn er við.
Ymiskt er, hvat hevur verið lisið hesi árini, men í ár hevur norðurlendski fyriskipanarbólkurin valt at leggja dent á, at Norðurlond hava orðið í samband við, at Norðurlandaráðið í ár hátíðarheldur 50 ára stovningardagin.
Fyriskipanarbólkurin hevur gjørt av, at tað verða William Heinesen og
Tove Janson, sum skulu umboða tað Norðurlendska orðið.
Nevnast kann eisini, at tað á hvørjum ári verður gjørd ein plakat í samband við Bókasavnsvikuna. Í ár er tað Edward Fuglø, ið hevur teknað plakatina.










