Hugnakvøld í Kappróðrarneystinum á Glyvrum

Leygarkvøldið verður hugnakvøld við felagssangi, undirhaldi og góðum dansi í Kappróðrarneystinum á Glyvrum.

TILTØK

Felagssangur, undirhald, føroyskur viðskeri og dansur við Ragnari á Skipanesi.

Hetta er tað, sum er á skránni í Kappróðrarneystinum hjá NSÍ á Glyvrum leygarkvøldið.
Kvøldið byrjar kl. 20.00, og atgongumerkir eru at fáa hjá Eysturoyar Kunningarstovu og í Kiosk Vár í Saltangará.
Kostnaðurin er 180 krónur.

NSÍ-dreingir til Liverpool
Stigtakari til umfatandi tiltakið er NSÍ.

Hetta er eitt innsavningartiltak í samband við, at dreingirnir hjá ítróttarfelagnum fara til Liverpool á vitjan í summar.

Ein slík ferð er kostnað armikil, og tí roynir NSÍ saman við teimum, sum skulu avstað og foreldrum teirra at savna inn til Liverpool-túrin.
? Hetta er so startskotið til fleiri tiltøk av slíkum slagi, sigur NSÍ.

Føroyakvøld
Ætlanin er eisini at hava tvey Føroyakvøld í summar, eitt í juni og eitt í juli, og her er tað Eysturoyar Kunningarstova og NSÍ, sum standa aftanfyri.
? Hesi bæði kvøldini eru eisini ætlað útlendingum, sum vitja í Føroyum í summar, og tí verður nógvur og góður føroyskur viðskeri at fáa. Men øll eru sjálvsagt vælkomin, eisini føroyingar. Til tiltøkini í juni og juli verður eisini upplestur og felagssangur.

Tað verður Eysturoyar Kunningarstova, ið skal royna at fáa útlendsk ferðafólk, sum vitja í Føroyum, at møta í Kappróðrarneystinum at eta føroyskan viðskera og hugna sær.
? Hetta verður gjørt við at senda út brøv til hotellir, ferðaskrivstovur og kunningarstovur kring landið um Føroyakvøldini á Glyvrum, sigur NSÍ.

Dreingirnir, sum skulu til Liverpool, fara eisini at skera og selja kjálkar, lutaseðlar og tippa.