Í annaðkvøld kl. 20 skipar Hotel Ørkin í Reykjavík fyri hugnakvøldi við ymiskum tiltøkum. Hugnakvøld verður við Pól Johannessen og øðrum. Á skránni verður, andakt, spurnakapping, sangur, undirhald og annað.
Tiltakið vendir sær serliga til føroyskar útisetar í Íslandi.
Sunnudagin verður familjumøti klokkan 17 við Pól Johannesen og øðrum.
Hetta er partur av virkseminum á Ørkini, sum við jøvnum millumbilum fær vitjan av fólki úr Føroyum, sum átaka sær at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri føroyingar.