Hesaferð verður tað Erling Poulsen, sum fer at siga frá bókum sínum Mangt er millum himmal og jørð og Meiri er millum himmal og jørð.
Í bókunum eru frásagnir frá eldri fólki, sum greiða frá ymsum yvirnátúrligum, ið tey hava upplivað ella hava hoyrt frá øðrum.
Bøkurnar hjá Erlingi Poulsen hava verið sera væl umtóktar, og í løtuni er hann í holt við at savna tilfar til eina líknandi bók afturat.
Hetta kvøldið verður eisini kaffi og køkur at fáa.










