Mánakvøldið fara skálavíkingar og onnur at hugna sær í Kelduni í Skálavík. Tá verður skipað fyri einum hungnakvøldi, har Marna Skylv Sørensen og Brynja Trondesen fara at vísa tað nýggjasta innan hár- og klædnamóta, og mótaserfrøðingurin Hans Fróði Hansen fer at geva fólki góð ráð. Okkurt gott verður eisini til matna, og tí stendur Elisabeth Myllhamar fyri. Tiltakið byrjar klokkan 19.00 og kostar 280 krónur fyri hvønn.