Millum tey mongu áhugaverdu evnini á degnum kann nevnast vitjanin av Jógvani við Keldu, innlendismálaráðharra, sum fer at tosa um eldrapolitikk, eins og Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri fer at tosa um fiskimannakonurnar og familjuna.
Á skránni er eisini ein fyrilestur eftir Elisabeth Akursmørk, sum fer at greiða frá um heilsugóðan mat. Umframt hetta verður nógvur sangur, eins og luttakararnir fáa høvi at bera fram heilsanir.
Millum øll tey mongu tiltøkini verður sjálvandi eisini høvið hjá teimum eldru úr og av býi at tosa saman afturvið einum góðum drekkamunni.