Hugnaðu sær við saltfiski

Nógv fólk hugnaðu sær í dag á G! Festivalinum, har fólk fingu saltfisk frá Fiskavirkinum í Gøtu.

Nógv fólk hugnaðu sær seinnapartin í dag á G! Festivalinum, har fólk fingu saltfisk frá Fiskavirkinum í Gøtu.

Hetta er afturvendandi tiltak, at festivalurin bjóðar fólki eina smakkiroynd av mati, og í dag stóð matarlepin á lokalan saltfisk.

Eftir nógva regnið í gjárkvøldið, var aftur gott veður í dag, og líkt er til, at hetta seinasta festivalkvøldið á G! fer at bjóða turt og gott veður.