Fótbóltsferð
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen
Annað árið á rað verður eitt slag av føroyskari innrás í Danmark, nú superligan stendur fyri seinastu leikumførunum í hesum kappingarárinum. Í fjør vóru tað Jákup Mikkelsen og Herfølge, sum tóku øll á bóli, og í ár eru tað Todi Jónsson og FCK, sum skapa ans og gleði millum fótbóltshugaðar føroyingar.
Í mun til í fjør, tá tað kanska serliga vóru klaksvíkingar, sum leitaðu sær niður, so er áskoðarafjøldin hesa ferð meira spjadd yvir landið. Møguliga sum ein avleiðing av ferðatilboðnum frá Atlantic, har ferðafólk fyri tveir túsundkrónuseðlar kundu fáa eitt vikuskifti i danska høvuðsstaðnum, umframt at tey eisini kundu fara til fótbólt.
12. maður er við
Ein teirra, sum er við í ferðalagnum, er formaðurin hjá 12. manni, Regin Egholm. Onnkursvegna ein rættiliga serstakur fótbóltsáskoðari, tí meðan hann lítið og einki hyggur at heimligu kappingini, so er Regin fastur fúsur til landsdystir, og fer hann nú eisini til avgerandi dystirnar hjá FCK.
Tá vit umborð á flogfarinum spurdu hann, hvørt hann kanska er eitt serligt slag av áskoðara, sigur Regin, at tú er hann kanska.
- Tað kanst tú væl siga. Í Føroyum dømi eg at kalla hvørt vikuskifti, og tí eru tað slettis ikki stundir at hyggja at fótbólti. Teir dystirnar, sum vit døma, sær mann sjálvsagt við øðrum eygum, og tí er tað helst ein øðrvísi háttur at sýna áhuga, at mann so hevur kastað sín als á landsliðið ístaðin fyri.
Ikki fyrstu ferð
Hendan ferðin snýr seg tó ikki um landsliðið, og eftir avboðið hjá Toda herfyri, so snýr hon seg heldur ikki um ein landsliðsleikara, men hetta tykist tó ikki á nakran hátt at hava tikið nakað av áhuganum hjá Regini burtur.
- Nei, tað haldi eg ikki, at mann á nakran hátt kann revsa Toda fyri. Eg skilji hansara avgerð, og hóast tað sjálvsagt er keðiligt, so mugu vit bara góðtaka tað.
- Hinvegin slepst ikki uttan um, at Todi allar helst er Føroya besti fótbóltsspælari, og tí haldi eg so avgjørt, at vit eiga at bakka hann upp. Hann hevur við FCK møguleikan at gerast danskur meistari, og hóast hann ikki er hin fyrsti at verða tað, so er hetta kortini ein stór hending fyri Føroyar.
Regin leggur annars afturat, at hetta so langt ífrá er fyrsta ferðin, at hann er í Keypmannahavn og hyggur at FCK.
- Eg havi verið til fleiri aðrar dystir hjá teimum, men hetta er kortini fyrsta ferðin, at eg bara eri farin at hyggja. Áðrenn hevur tað aloftast verið so, at eg havi skula nøkur ørindi í Danmark. Havi so roynt at lagt alt til rættis, soleiðis at eg eisini havi kunna sæð FCK spælt. Millum annað var eg í Parkini hin minniliga dystin í ?96, tá Todi fyri fyrstu ferð royndi seg móti Brøndby. FCK vann dystin 4-1, og Todi skoraði týdningarmikla 3-1 málið við at lobba upp um Mogens Krogh. Eitt mál, sumk seinni hetta árið varð mett sum besta mál á árinum.
Bara áskoðari
Sum omanfyri nevnt, so er hetta fyrsta veruliga fótbóltsferð til dyst hjá FCK. Regin hevur tó sjálvandi áður verið til landsdystir, har hann sum fyrireikari so avgjørt hevur havt nokk at takast við. Tá vit at enda spurdu Regin, hvat ann væntar av hesari ferðini, sigur hann, at tað veit hann sum so ikki.
- Tað einasta eg ætli mær at gera hesaferð, er at hyggja at fótbólti. Hvat annað so hendir, hugsi eg ikki so nógv um. Hetta er fyrsta ferð, at eg sleppi at vera áskoðari, og tað er so tað, sum eg ætli mær at vera, sigur Regin Eghom at enda.