Leygardagin verður skipað fyri hugnakvøldið á Virkinum á Sandi. Her fer at verða trivið í nýggjar og gamlar sangir, ið eru skrivaðir til Sandsbygd og oynna, ella sangir sum onkursvegna hava havt týdning fyri oynna. Sagt verður, at hópur av sangum – nýggjum sum gomlum – eru savnaðir saman til endamálið, og teirra millum er ivaleyst onkur, ið ikki hevur sæð dagsins ljós í fleiri ár.