Løgmansrøða
Hvørt ár á ólavsøku heldur løgmaður eina røðu til alla tjóðina. Hon er ein gjøgnumgongd av útviklinginum seinasta árið/árini og ein meting av framtíðini. Ikki var so nógv nýtt í røðuni hesaferð, sum mest var ein uppreksan av gongdini hesi seinastu trý árini samgongan hevur sitið.
Hann nevndi tó, at tað er nakað serligt at umøða oljumál júst á hesi ólavsøkuni. Vísti, á at fyrsti borurin varð settur í føroysku undirgrundina fyri umleið trimum vikum síðani. Og í hesi vikuni byrjaði tann næsta boringin. Gongur eftir ætlan skal triði brunnurin á føroyska landgrunninum borast í september.
Løgmaður vísti á tær nógvu og drúgvu fyrireikingarnar, sum eru gjørdar seinastu árini. Lógir eru smíðaðar, ið seta neyvar karmar fyri virksemið, fyrisitingin er skipað, umhvørviskanningar eru gjørdar og tilbúgvingarviðurskiftini eru fingin í rætt lag. -Virksemið er nú byrjað í tí sannføring, at øll neyðug stig eru tikin til tess at tryggja, at oljuleitingin fer fram á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt segði løgmaður og helt fram:
-Nú verður bíðað í spenningi eftir fyrstu úrslitunum, sum verða tøk um fáar vikur. Verður rakt við olju í summar standa nógvir stórir spurningar fyri framman. Er talan um nøgdir, ið gera oljuleitingina
rakstrarverduga? Hvussu skal oljan takast upp? Eigur oljan at verða tikin í land í Føroyum? Og hvørji verða árinini á mentan, búskap, fiskivinnu og samfelagið annars spurdi løgmaður og segði, at hetta alt eru viðkomandi spurningar, sum landsstýrið arbeiðir við og sum størri dentur fer at verða lagdur á, um tað í heyst gerst neyðugt at ætla um hesi viðurskifti.
-Um kolvetni í framleiðsluverdum nøgdum verður funnið á føroyska landgrunninum fer tað at føra til broytingar í føroyska samfelagnum ? men neyðturvuliga ikki til tað verra. Tað er skyldan hjá myndugleikunum at byrgja upp fyri, at ávirkanin endar við at avskepla okkara mál, mentan og samfelag.
Vit eiga tó hvørki at stúra óneyðugt ella kanna okkum bitan ov tíðliga segði løgmaður og vísti á, at boringarnar, sum nú fara fram á landgrunninum, eru tær fyrstu í eini røð, og komandi árini verða fleiri brunnar boraðir. -Í okkara grannalondum eru oftast boraðir heilt nógvir brunnar áðrenn fyrsta veruliga oljuleiðin verður funnin. Tí kann tað tykjast sum hugmóð at rokna við, at olja verður funnin í summar. Og vit eiga at gera okkum greitt, at talan kann gerast um oljuleitingar heldur enn um oljuframleiðslu í mong ár enn.
Fyrireikingarnar til oljuleiting hava longu víst seg at føra til eina munardygga dygdarmenning í føroyska vinnulívinum, sum styrkir okkum í altjóða kappingini og gevur neyðugan førleika at vinna sær nýggjar marknaðir.