Líkamikið hvussu glæsilig tíðarfatanin gerst við nanotøknifrøðiligum gonguverki, sum mátar tíðina í tímum og minuttum, sekundum og nanosekundum, og harvið eisini kann leggja framkomnar framtíðarforsagnir til rættis (til dømis veðurforsagnir), so eru fólk sjáldan nøgd fyrr enn tey eisini hava fingið eina lýsing av fortíðarinnar byrjan, eitt upphavsástøði at hugsa sær verðina og nútíðina við: Hvar og hvussu byrjaði tíðin. Hetta er grundarlagið undir nýggju bókini hjá Firouz Gaini.
- Gonguverk samfelagsins er heimspekilig hugleiðing um tíð og samfelag, ið viðger fatan okkara av tíð sum nakað, ið altíð hevur serligt tilknýti til mentan, ideologi og tøkni, sigur hann.
Firouz Gaini er antropologur og høvundur úr Havn. Hann hevur áður m.a. útgivið bøkurnar Urbscriptum, Horvnir menn og Lessaons of Islands.
Sigrun Gunnarsdóttir hevur gjørt permumyndina.