Hugleiðingar um ársskiftið

Enn eitt ár er farið. 365 bløð eru tikin út álmanakkanum, og vit standa aftur á gáttini til eitt nýtt ár. Eitt ár, sum eins og øll onnur ár fer at bera okkum ymiskar hendingar, sum vit - hvør í sínum lagi - fara at kenna gleðir og sorgir av

Við eitt ársskifti er tað tíð, vit tosa um. Tíðin, sum verður býtt upp í dagar mánaðar og ár. Eitt av hesum árum hava vit nú latið frá okkum og eru farin inn í tað næsta.
Tíð er eitt sveimandi hugtak. Tíðin broytist. Tað eru verri ella betri tíðir, siga vit. Nú er tað og tað uppi í tíðini.
Men hvussu við okkum sjálvum? Eru tað ikki í veruleikanum vit, sum broytast og áseta tað, sum er í tíðini. Tíðin kemur og fer av sær sjálvari. Við somu ferð, og hana kunnu vit ikki gera so nógv við. Hon er tíðin, og hon broytist í grundini ikki, hóast vit vilja siga tað.
Vit vilja, at tað, sum uppi er í tíðini, tað skal lagast eftir okkara hugsan og høvdi.
Nú í tíðini eru tað politikararnir, sum verða viðgjørdir. Teir hava gjørt tað lort. Mestsum alla tíðina. Siga vit.
Og so krevja vit av landsstýrismálanevnd og fjølmiðlum, at nú skulu teir avdúkast og helst forkomast. Tíðum krevja vit tað.
Krossfest! Krossfest! Tað er líkasum, at vit einaferð fyri langari tíð síðan hava hoyrt tað rópið. Men nú halda vit, at tíð er uppá, at tað aftur kemur upp í tíðina.
Men vit gloyma, at tað skal meira til enn so.
Ivaleyst er tíð uppá, at teir fáa at vita, at nú er teirra tíð liðin. Men hvussu vita vit, hvat klokkan er sligin?
Viðhvørt er veruliga skil í teimum skuldsetingum, settar verða fram. Men tíðum eru tær ógrundaðar. Eru líkasum bara fruktir av teirri øsing, sum uppi er í tíðini. Ein aldargomul heksajakt, sum tíðin ikki hevur megnað at doyvt ella lagt burtur.
So gongur tíðin, og vit koma aftur til tað, sum var uppi fyrr í tíðini. Sama øsing, sum við tíðaravmarkaðum millumbilum kemur aftur. Og hesaferð eru tað politikararnir, sum brúka øsingina, sum er uppi í tíðini, til sín fyrimun.
Og so taka vit undir og gloyma, at fyri stuttari tíð síðan var alt øðrvísi. Til vit aftur halda tíð vera uppá, at venda við og hoppa yvir aftur í hin partin, sum ikki heldur, at politikararnir fylgja við tíðini.
Aftur bankar tíðin á dyrnar, og vit standa bíðandi eina løtu. Líkasum slota út í myrkrið, nú fýrverkið er fýst av, bálini eru við at linka, og tað stillir eitt sindur av aftur.
Hvat fer hetta nýggja árið at bjóða okkum? Tora vit at líta á, at tað bara verður gott? Ella skulu vit bara lata standa til og taka tað, sum kemur?
Jú, ymsir eru spurningarnir, og einki hava vit svarið, tá vit skulu vera heilt erlig.
Vit verða noydd at taka tað, sum kemur, og vit kunnu ikki rokna við, at tað bara verður gott. Tað vildi verið rættiliga naivt at hildið tað. Men fyri tað er eingin grund til bara at lata standa til. Tí onkrum fáa vit hóast alt stýrt. Um ikki øðrum so okkum sjálvum so dánt. Og tað eiga vit at royna at gera.
Vit hava nú blaðað enn einaferð í álmanakkanum og standa við einum óskrivaðum blaði í hondini. Og hóast tað er størri og sterkari hond enn okkara, sum førir pennin, kunnu vit kortini við tí, okkum er givið og litið til, gera mun, tá skrivað verður á hetta blaðið.
Latið okkum tí, hvør í sínum lagi, skrivað tað, sum best er fyri okkum, fyri nærumhvørvi okkara, og ikki minst fyri samfelagið alt. Latið okkum í felag taka í móti teimum avbjóðingum, sum koma. Givið er, at tær koma. Men tær eru til at vinna á.