Hugleiðingar um Norðurlandahúsið

Í nýggja bóklinginum ”Nordens Hus på Færøerne” hevur fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum drúgva hugleiðing um, hvussu húsið varð til fyri 25 árum síðani


Í sambandi við at Norðurlandahúsið fylti 25 ár herfyri, gevur Norðurlandasamstarvið Norden nú út bóklingurin ”Nordens Hus på Færøerne”. 



Søgan um húsið

Ætlanin við bóklinginum er siga søguna um, hví og hvussu Norðurlandahúsið umsíðir varð veruleiki eftir eina 10 ára langa og ofta fløkta mentanarpolitiska tilgongd.

Í drúgvari hugleiðing leitar fyrsti stjórin í húsinum, Steen A. Cold, heilt aftur til 1971, tá Erlendur Patursson á fyrsta sinni skeyt upp at byggja eitt norðurlendskt mentanarhús í Føroyum.

Hugleiðingin hjá Steen A. Cold verður samstundis ein áhugaverd lýsing av skiftandi rákum og mentanarpolitiskum kjakum, sum øll høvdu sína ávirkan á byggingina av Norðurlandahúsinum, sum vit kenna tað í dag.

Eisini eru hópin av myndum, ið fylgja gongdini frá hugskoti til Norðurlandahúsið lat upp 8. maj í 1983.

Í bóklinginum eru eisini innleiðandi brot, har millum onnur Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, og Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, lýsa samfelagsliga leiklutin hjá húsinum fyrr og nú.