Hugleiðingar um kvotur í mun til fiskidagar

Kjakið um fiskivinnuna tykist hava sera trongan sjónarring og er harafturat sera lítið ítøkiligt, og hóast fiskidagaskipanin hevur fingið mangt høggið, sýnist ongin tora taka nakað alternativ uppá tungu.

Thormund Johannesen
Skipsførari & Skipsverkfrøðingur M.Sc.
(ikki uppstillaður, men vil geva íkast til kjakið um fiskivinnupolitikk)

---------

Kvotuskipanin, ið bleiv smoygd niður yvir okkum eftir kreppuna fyrst í nítiárunum, fekk ringast hugsandi royndarumstøður, við einum ekstremt skjótt vaksandi toskastovni, og bleiv tí skjótt kolldømd til frama fyri eina heimagjørda dagaskipan.

At dagaskipanin er okkara eygna, er helst orsøkin til, at hon ikki fyri langari tíð síðan er vrakað, tí at hon hevur rigga væl, er synd at siga. Úrslitini hjá heimaflotanum tala fyri seg.

Í samband við møguligar fiskivinnureformar skulu vit tora at taka dagaskipanina upp til viðgerðar og spyrja, um ikki ein kvotuskipan hevði hóska okkum líka væl, ella betur.

Tann stillandi skipanin, hvør hon so enn er, skal tryggja eina burðardygga fiskivinnu - búskaparliga, sosialt, lívfrøðiliga og umhvørvisliga.

Mær tykir, at mest verður tosa um, hvussu væl ein skipan avmarkar veiðutrýstið, men tað er ikki tann lívfrøðiligi burðardyggleikin, ið eigur hægstu raðfesting. Vit fiska ikki fyri at verja stovnarnar, men vit fiska fyri at fáa eitt búskaparligt avkast til samfelagið. Tí skal ein skipan fyrst og fremst tryggja størst møguligt avkast til samfelagið, ella við øðrum orðum vera búskaparliga- og sosialt burðardygg, uttan tó at ganga lívfrøðini og umhvørvinum ov nær. Tann lívfrøðiliga- og umhvørvisliga burðardygdin er sekunder, men tó ein treyt fyri, at vit áhaldandi kunnu fáa mest møguligt avkast úr fiskastovnunum.

Ein dagaskipan, er hon røtt stillað, verjir óivað fiskastovnarnar eins væl og ein kvotuskipan, og líkur tá kravið til lívfrøðiliga burðardygd.
Men, sum omanfyri nevnt, tað er ikki tað, vit fyrst og fremst skulu stremba eftir. Málið er mest møguligt búskaparligt avkast til samfelagið, og fáa vit tað við eini skipan, sum við bindingum tryggjar, at fiskivinnan ikki megnar at fiska meira enn lívfrøðiliga ráðiligt?
Vildi ikki ein floti, sum megnaði tað dupulta, ella kanska væl meira, men ikki slapp vegna kvotuavmarkingar, fiska bíligari, og harvið givið størri avkast?
Hví fiska eina ávísa nøgd gjøgnum eitt heilt ár, um tú kanst fiska hana bíligari, við effektivari skipum og reiðskapi, uppá styttri tíð?
Harafturat kundi yvirskotsorkan verði bjóða fram á øðrum leiðum ella til annan fiskiskap, sum ikki er reguleraður av somu skipan. Enntá aðrar uppgávur, enn fiskiskapur, kundu komið uppá tal.

Ein dagaskipan og ein kvotuskipan kunnu óivað eins væl tryggja lívfrøðiliga burðardygd, men hvør tryggjar størri búskaparligt avkast? Tað er tann altavgerandi spurningurin.

Nú ljóðar frá búskaparfrøðingum og politikarum, at ein fiskidagauppboðssøla skal tryggja fiskivinnuni búskaparligt avkast, tí teir mest effektivu tá veruliga sleppa framat.

Trupulleikin er tó tann, at dagar ikki uttan víðari kunnu seljast á eini uppboðssølu, tí tað er so sera ymist hvat virði teir hava fyri tey ymsu skipini. Størstu trolararnir kunnu fáa tíggjutals ferðir meira nøgd burtur úr hvørjum degi samanborið við tey smæstu skipini ella bátarnar. Tilfeingisgjaldið pr. kg verður sostatt tíggjutals ferðir størri hjá teim smáu, um teir skulu bjóða á líka føti.
Undir eini dagaskipan mugu dagarnir tí fyrst býtast út á bólkar, og so verður uppboðssøla hildin í hvørjum bólki sær, og umrokningsfaktorar nýttir, um dagar verða fluttir millum bólkar, har tað er loyvt.
Slíkar uppbýtingar og ásetingar av umrokningsfaktorum eru alt samalt skriviborðsreguleringar, ið ongantíð verða rætt stillaðar, og sum darva fríu kappingini, ið skal fremja effektivitetin.

Vórðu harafturímóti kvotur seldar á uppboðssølu, var ikki neyðugt at býta upp í bólkar og brúka umrokningsfaktorar, tí sjálvt ein seksæringur við 4 snellum hevði kunna bjóða ímóti størstu trolarum.
Ei heldur nýttist okkum reglur við kubikki, hestakreftum og kvadratrótum, í samband við útskifting av skipum. Nei, har vóru øll skip væl komin, bara tey hildu seg til ásettu kvoturnar.
Nýggir aktørar kundu eisini bjóða seg fram.

Vóru so allar óhepnar bindingar við reiðskapi eisini tiknar burtur, síggi eg fyri mær sera effektivan fiskiskap. Til dømis kundu skip á stødd við Enniberg og Gadus fiskað stóran part av upsakvotuni uppá nakrar mánaðir, um teir partrolaðu við flótitroli.
Havbotnurin hevði verið spardur fyri slit, og oljunýtslan pr. kg lítil og ongin í mun til sum er.
Og hví ikki fiska ein stóran part av toskinum við gørnum. Harvið spara vit havbotnin, minka um oljunýtsluna og verja ungfiskin.

Í slíkum føri kann mann siga, at teir mest effektivu sluppu framat. Kanska í ov stóran mun, vildi onkur hildið, men mikið lættari er at taka serlig sosial- ella landafrøðilig atlit, tá ið um kvotur umræður, tí stilliskrúvurnar ella skriviborðsreguleringarnar eru so fáar og einfaldar í mun til í eini dagaskipan.

Fiskar onkur meira enn kvota er til má gjaldast, antin til annan reiðara, ið hevur nakað at lata, ella til tað almenna. Óneyðugt er at siga, at tað verður dýrt keypt kvota.

At miða eftir størst møguligum avkasti heldur enn flestum arbeiðsplássum, vil í síðsta enda skapa burðardygg arbeiðspláss, um ikki øll í fiskivinnuni.
At seta málið um arbeiði til allar hendur fremst, harafturímóti, vekir óunnilig minnir frá 80’unum bæði heiman- og eystanífrá.

Skulu reformeringar gerast í fiskivinnuni, muga vit tora at taka allar møguleikar upp til viðgerðar, fyri síðani at síggja hvat stendur eftir, sum hildin vera frægasta loysn.