Hugleiðingar um at stríðast ímóti terrorismu

Skelkandi var at síggja og hoyra tað, sum hendi í U.S.A. 11. september, men tað er kanska meira skelkandi, hvussu U.S.A. og NATO ætla at takla hetta og hvørjar fylgjur, tað fer at fáa.

 

Niels Midjord



Skelkandi var at síggja og hoyra tað, sum hendi í U.S.A. 11. september, men tað er kanska meira skelkandi, hvussu U.S.A. og NATO ætla at takla hetta og hvørjar fylgjur, tað fer at fáa.

Eisini er ivasamt, um ein statsmakt, sum vil kallast demokratisk, í hevnisøku kann loyva sær at likvidiera einstaklingar ella bólkar uttan rættarsókn og dóm; tí so undirgrevur hon statin, sum er ímynd av lóg og landaskili.

Í stríðnum millum ísraelsmenn og palestinar fylgja ísraelsmenn, sum vera mann tí, sum sagt varð við teir gomlu. Men við tað at teir eru sterkari enn palestinar, so taka teir ikki eyga fyri eyga og tonn fyri tonn, men heldur eini 6?7 eygu fyri eyga og 7 tenn fyri tonn. Ein skuldi trúð, at ein so fastur og harðrendur framferðarháttur fekk køvt allan ófrið, men tað er mótsatt; tiltøkini hjá ísraelsmonnum eru sum brenni á bálið, og ófriðurin veksur teimum upp um høvdið. Har afturat missa teir stuðulin uttanífrá, og á ráðstevnuni hjá ST um mannarættindini, sum varð hildin í Suðurafriku her fyri, rýmdu teir av fundinum saman við U.S.A., tí fleiri hond ákærdu teir fyri rasismu og fasismu, soleiðis sum teir bóru seg at ímóti palestinum.

Tá ið tú sært amerikanska forsetan tala um yvirgangsatsóknina, so er har eingin ivi at hóma og einki við at ganga í seg sjálvan; heldur er tað ein stoltur maður, sum veit, at hann ræður yvir heimsins sterkastu hermegi og sum er ótolin eftir at sleppa at brúka hana til at knúsa alla terrorismu, og tú fært varhugan av, at tað verður ikki eyga fyri eyga og tonn fyri tonn hesu ferð, men heldur 70 eygu fyri eyga og 70 tenn fyri tonn. Tað er frælsi, sum stríðist ímóti terrorismu, og tann, sum ikki er við U.S.A. í hesum bardaga, hann er við terroristunum.

Men að kann vera, at forsetin undirmetir tær kreftir, sum hann fær pískað upp, við at bera seg soleiðis at, at atgerðirnar hjá honum fara at geva eitt úrslit, ið er tað øvugta av tí, sum ætlanin var við teimum.

Um U.S.A. við allari sínari hermegi og øllum tí ríka partinum av heiminum í rygginum loypur á Afghanistan, sum er eitt av fátækastu londunum í heiminum, so verður hetta ímyndin av, hvussu tey ríku eirindaleyst og uttan fyrilit kúgva tey fátæku. Hetta kann fara at reisa vanliga fólkið í teimum fátæku londunum í samhuga og øði, og í hesum ljósinum gerast terroristarnir, sum framdu yvirgangsatsóknirnar í U.S.A. fyrimyndir og hetjur, sum við ongum vápnum megnaðu at raka bæði tað fíggjarliga og tað hernaðarliga hjartað í U.S.A. og leggja partar av teimum í oyði. Og tá er ikki óhugsandi, at yvirgangsatsóknirnar økjast so mikið nógv, at tær bert kunnu steðgast við politistatslíkn-andi lógum og atgerðum.

Citatið úr fjallataluni, sum sipað varð til omanfyri, ljóðar í síni heild: Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn«; men eg sigi tykkum, at tit als ikki mugu seta tykkum upp ímóti tí illa«.

Um terrorálopið ikki verður hevnt, so fer tað fyri eftirtíðina at standa sum tann ræðuliga brotsgerðin, tað í veruleikanum var, ið kostaði ósekum fólki í túsundatali lívið, og sum øll, eisini viðhaldsfólk mugu venda sær burtur frá við andstygd.

Og um tey ríku londini vilja vinna á terrorismuni, so kann tað ivaleyst gerast ruddiligast og effektivast uttan vápn.

Heimurin kann býtast í ein ríkan part, sum gerst alt ríkari, og ein fátækan part, sum gerst at fátækari. Sum munurin millum partarnar báðar økist, økist eisini fólkaflytingin frá tí fátæka partinum til tann ríka, og sum fólkaflytingin økist, økist eisini fremmandahatrið. Øll hesi viðurskiftini skapa gróðrarbotnin fyri altjóða terrorismuni.

Um ríku londini høvdu tikið tráðin upp eftir Oluf Palme, sum stríddist fyri eini nýggjari fíggjarligari heimsskipan, har hvør einstakur heimsborgari skuldi fáa møguleika til at skapa sær eitt virðiligt lív heima hjá sær sjálvum, og um hetta hevði eydnast, so hevði fólkaflytingin fjarða burtur av sær sjálvum og fremmandahatrið við henni, og so hevði ikki longur verið nakar gróðrarbotnur fyri terrorismuni.