Hugleiðingar í sambandi við eldradagin

Miðalaldurin í Føroyum er hækkandi, tað er ikki so sjáldsamt longur at fylla 95 og 100 við. Hetta er ein natúrlig avleiðing av okkara góðu korum, nógv og góð ráðgeving um kost og rørslu og somuleiðis læknavísind og framkomin heilivágur.

Alt til hópar leingir um tíðina, vit eru væl fyri og styttir um tíðina, »tá ið teir vondu dagarnir koma.«
Ikki tykir mær, at vit skulu biðja um umbering fyri, at so nógv blíva so gomul. Hvør dagur er ein gáva.
Vit, sum í dag eru vorðin eldri høvdu okkara lívsbyrjan áðrenn oljufýring og elektrisitet var í hvørjum húsi, áðrenn vaskimaskinur, uppvaskimaskinur og dustsúgvarar. Áðrenn sláimaskinur og snellir og ikki at forgloyma pensilinið og plastikkið.
Ja, sigast má at hetta ættarlið hevur givið sítt íkast til at bera samfelagið fram á leið. Havast má eisini í huga, at okkara arbeiðslív byrjaði so tíðliga, longu í barnaárum. Øll máttu hjálpa til.
Stundum fær man tað fatan í miðlunum, at meginparturin av fólki, ið farin eru um tey 67, eru ein samfelagsbyrða. Neiligar orðingar sum eldrabyrða og eldrabylgja verða nevndar. Men sannleikin er, at tann størsti parturin av hesum aldursbólki eru frísk og virkin fólk, ið eisini skapa virðir.
Trivalig hevði tann rúgvan verið, um alt handverk, ið hesin aldursbólkur virkar, var savnað á einum stað.
Troyggjur, hosur, turriklæðir, horn og beinarbeiði, seyðir, gæs, eplir og annað grønmeti, bert fyri at nevna nakað av tí.
Gott er at eiga eina ommu ella abba, at heita heita á, tá barnsins fyrsti sjúkradagur er farin, ella tá man skal á vaktir, og eingin ansingarstovnur er opin.
Eitt annað tilfeingi, ið vit liggja inni við, er, at vi hava hitt fólk á máli, ið livdu sítt fríska lív í 1870-80 og uppeftir. Sjálvi hava vit livað undir skiftandi korum og fleiri kreppum, og lært av tí. Aftaná langt og hjá teimum flestu eisini strævið arbeiðslív, havi eg bæði ynskir og vónir um, at landsins mynduleikar unna okkum sømulig kor.
Tá alt kemur til alt kunnu vit siga sum Ingrid Bergmann:
»Aldur er sum at koma á hægstu tindar. Vit eru gott nokk nakað pøst av túrinum, men vit hava eitt betri útsýni.«