Hugleiðingar eftir valið

Fyri nøkrum árum síðani gekk sending í SVF ið nevndist »Kennir tú slagið?«.
Nú samgongusamráðingar eru í gongd, er mangt ein kann hugleiða um, tá ein sær at Javnaðarflokkurin, umframt at hava fingið Sambands- og Sjálvstýrisflokkin afturat sær, besta hugin hevur á Fólkaflokkinum.

Teir, Fólkaflokkurin, hava sitið í samgongu tey seinastu nógvu árini, og hava millum annað havt vinnu- og fiskivinnumál undir sær. Og er tað nakrastaðni, at ein sær rotinskapin skína ígjøgnum, er tað á hesum økjum.
Innan fyri vinnumál kunna vit nevna alingina á Sandavági og Sandsvág, har menn, ið hava havt umsóknir inni í áravís, ikki eingang hava fingið svar. Men so brádliga ein dag er alt »fiksað«, uttan at áður nevndu menn vistu av.
Fara vit so til fiskivinnumál er tað uppaftur lættari at finna dømir. Har hava eitt nú fleiri rættarmál peika á syndir og syndarar.
Um vit halda okkum til, at fiskiríkidømið okkara er ogn Føroya fólks, (ið vit sjálvandi aldri fáa ein Fólkafloksmann at siga, har skula jú bara tey fáa eiga alt!), er tað tí sjálvsagt, at reiðarar ikki skula kunna sita á fiskiloyvum og fiskidøgum og válka sær sum teimum lystir. Við ongum bátum, ella við bátum, ið ikki eingang hava siglingarloyvi, skula teir ikki kunna selja ogn Føroya fólks. Um teir ikki innan fyri 3-6 mánaðir hava fingið sær fiskifar ella ítøkiligar ætlanir um bygging, skal fiskiloyvið inndragast. Her kann Skipaeftirlitið verða eftirlitismyndugleiki, teir umsita jú siglingarloyvini frammanundan. Uttan siglingarloyvi, onki fiskiloyvi!
Og tað skal undir ongum umstøðum vera loyvt at selja fiskidagar, ið jú eru ogn Føroya fólks. Dagarnir skula inn í ein fiskidagabanka, ið so letur teir út aftur til teir, sum hava tørv á teimum, kanska fyri ein túr hvørjaferð. Og har haldi eg, í mótsetning til uppskot Javnaðarfloksins, at landið skal ikki »dríva buissnes«. Nei, latið til teir, ið hava brúk fyri døgum, tað skapar jú í sær sjálvum inntøkur ígjøgnum økt arbeiði.
Latið okkum fáa enda á hesum spekulantum, ið leggja óneyðugar útreiðslur á skip, og harumframt fíggja sítt luksuslív við at selja ogn Føroya fólks.
Tí er tað neyðugt í eini nýggjari samgongu, at hesin flokkur, í bert kennir sítt egna »slag«, ikki aftur fær fatur á hesum so týdningarmiklu málsøkjunum.
Kennir tú slagið? Tað geri eg!