Ása Rasmussen
So vóru vit aftur her. Sum tað er gott at seta fótin á Slættanes, her vit slitu okkara barnaskógvar.
Veðrið er frálíkt. Vit standa eina løtu og eygleiða Ólav, sum spakuliga fer frá landi aftur fyri síðan at seta ferð á móti Vestmanna.
So fara vit undir at knossa viðførið niðan úr fjøruni. Her er eitt sindur. Taskur og soviposar fyri ikki at gloyma »lítla gassblussið«, sum er sera hent.
Komnar niðan í túnið skrúva vit stoppikranan frá, lata dyrnar upp og sleppa øllum, vit hava í hondini, meðan vit láta: »Sum her er herligt«.
Nú verður lítla blussið tendrað, og ein ketil hjá Ellu settur út á til kaffi, meðan øskan verður tikin út, og kikað verður í komfýrinum. Skjótt kókar, og kaffilukturin fyllir alt húsið.
Eftir ein góðan munn eru vit klára til ein túr. Men hvar skulu vit fara fyrst? Jú, lat okkum fara at vita, hvussu er við ternunum í ár.
Ganga niðan til Liða - har einki portur er longur. Koma upp á Grøv og tritla spakuliga heimeftir.
Her angar av brobberum og ymiskum gróðri, og skjótt eru vit í ternubølinum.
Hygg. Her liggja eggini. Og so sera tøtt, at tú mást ansa tær fyri ikki at stíga á nakað teirra.
Eg hugsi um, hvussu sera vakur fuglur hon er. Men serliga gestablíð er hon ikki. Tykist siga: »Sleppið tykkum burtur«. Og tað gera vit so.
Nú man klokkan vera nógv, tí vit komu um 18 tíðina. Lítandi oman móti bygdini ganga vit heim aftur somu leið, sum vit komu.
Bygdin sær so hugnalig út, her hon liggur í kvøldarsólini. Men tó sum ein skerdur fuglur, tí mong av húsunum eru burtur. Øll undir Heygnum og somuleiðis øll á Heygnum eru burtur. Úti á Mørkini er eitt eftir. Men við ovara veg eru tey enn, sum vóru.
Komnar oman aftur, liggur leiðin fram við skúlanum. Havi hug at rósa teimum, um hava fingið hann í so góðan stand. Tað er prýði í honum.
Nú eru vit aftur í túninum og fara inn í húsið við Skúlavegin, her vit hava fingið loyvi at gista.
Vit fá okkum ein nátturðabita og seta okkum við køksvindeygað at hyggja út í summarkvøldið og lata tankarnar reika. Mangt er at minnast afturá, og í morgin fara vit, um Guð vil, út aftur á gamlar gøur. Aftur á slóðina.
Takk Guð. Fyri tíð, sum er at enda, og fyri stundina, sum er.










