Hildibjørt Gulklett
???
Enn ein standmynd skal prýða Havnina.
Álvaratos! Eigur Tórshavnar Býráð so nógvar pengar, at teir ikki vita, hvat teir skulu brúka teir til?
Tey vita ikki, hvat teir skulu gera við tey gomlu!
Gamlir óhjálpnir røktarsjúklingar verða bara sendir til hús av sjúkrahúsinum í rullustóli. Hvat við at stovna nøkur eldrabýli?
Tað hevði verið aðrar standmyndir, sum høvdu komið til stóra nyttu og lívgað um tey mongu gomlu, sum so kundu fingið eitt virðiligt lív. Hesi gomlu, sum ongantíð hava ligið øðrum til byrðu og altíð hava svarað hvørjum sítt.
Tær standmyndir høvdu prýtt?