Nevnda greinin stóð at lesa í Dimmu mánadagin, og at byrja við var eg einigur við greinaskrivaran, men gjørdist altsamt meiri forfardur jú meira eg læs av henni.
Í hesari nevndu hugleiðing í Dimmu í gjár, sum einans var fyrsti partur, vildi greinaskrivarin Kajfinn Hammer, so sum eg havi fata hansara grein, greiða frá, deils at Heina Gaards útsøgn um Geert wildersa hatur var ov grov, og deils at islam gevur vesturlendingum góða grund til at ikki dáma og enntá hata islam.
Kajfinn sigur orsøkina hjá Heina Gaard vera, at Wilders “gevur islam ein skarpan gang.” Kajfinn meinar helst ein væluppibornan skarpan gang. Og hendan skarpa gang, sum “Heini umtalar ... sum hatur (sigur Kajfinn), er at viðgera súmtomini heldur enn sjúkuna sjálva.”
Nú sær út til, at tað, Kajfinn veruliga vil, er at kritisera ella rættari kasta móru (og steinar) eftir islam, tí tað hann kallar “sjúkuna sjálva” er islam.
Islam. Er tað ein sjúka?
Sjálvandi ikki! Tað er ikki uttan, at mann er ein av teimum radikalu gudloysingunum, sum meta alla religión vera eina sjúku. Summir av hesum hava t.d. sagt, at religión er íkomið av einum sokkallaðum “Gud-virus”.
Nevndi Kajfinn kallar m.a. annað muslimsku fatanina av paradís fyri “seksfikseraða ‘haremparadís’ Allah’s, har 72 barmfagrar moyggjar (...) bíða sum løn”. Hetta er ikki nøkur serliga óvanlig fatan av paradís fyri muslimar, men sjálvandi við vilja ófantaliga orðað, og dekan ov generaliserandi. Tað eru jú fleiri islamiskar fatanir av hesum paradisiska eftirlívi, og at kalla tað “seksfikserað”, haldi eg, er at fara ov langt.
Men nú vit eru inni á hesum øki, at vera seksfikseraður, hvønn er tað so, sum vit næstan hvønn dag hoyra um sum verandi sera seksuelt frávíkjandi og enntá kriminelt frávikjandi í atburði? Jú tað eru teir hátt virdu umsjónarmenninir í teirri nógv størstu kristnu kirkjuni í heiminum: katólsku biskupparnir.
Av tí, at katólska kirkjan er nógv størsta umboð fyri kristindómin í heiminum, so er ein uppløgd niðurstøða tann, at – um vit skulu generalisera – kristnir menn eru ofta pedofilir. Í øllum førum teir, sum taka sína kristnu trúgv seriøst, tí hvør kann seta spurnartekin við frómleikan hjá hesum yvirmonnum innan kirkjuna?
Eg generaliseri her bara á sama hátt um kristindómin og við minst líka stórum rætti, sum Kajfinn ger um islam, tá hann t.d. sigur
“tá ein hugsar um framferð islams er lítið at ivast í, hvør umboðar heimskenda hatrið, Heini uttan fyrilit kastar Wilders fyri”.
Og víðari sigur Kajfinn, at tá gíslar verða skornir á háls fyri opnum skermi, er hetta “beinleiðis eftir ávísing Koranunar:” Her stóð síðan eitt ‘sitat’ eftir øllum at døma, tí tað petti stóð í gásareygum, og hann vísti á fleiri brot í Koranini.
Tað fyrsta, eg vil siga til hetta, er, at sitatið var als ikki beinleiðis endurgivið, helst við vilja. Tó vóru nøkur av Kajfinns nevndu Koran-brotum ikki so langt burturi frá hansara sokallaðu endurgeving/sitati. Hann hevur helst sett fleiri brot saman fyri at fáa tað til rigga betur. Men fyri tað næsta, so eru fleiri líknandi brot í Bíbliuni – serliga um hugt verður í Gamla Testamenti. T.d. í Fjórðu Mósebók, kap. 31, ø. 1-18. Herí bleiv tað av Gudi heitt á Móses og hansara menn at fremja hevndardráp í stórum stíli, og eftir hesa andstyggiligu gerð herdi Móses (helst aftur eftir Harrans boðum) kravið: “Drepið tí øll sveinabørn og allar konur, ið hava havt samlegu við menn”. Og enntá í Nýggja Testamenti finna vit ótespiligar útsøgnir um jødar, har hesir verða nevndir børn hjá djevulinum osfr. (Joh. ev. kap. 8). Serliga ótespiligt er hetta, tá vit vita, hvat evropeiska jødaáskoðanin hevur havt við sær av ræðuleikum. Tá er “jødabøðilin mikli”, sum Kajfinn kallar Muhammed ein lítil lummatjóvur í mun til.
Allur hesin ótespiligi lesnaður, um tað er úr Gamla ella Nýggja Testamenti ella úr Koranini má altíð lesast í sambandi við ein kontekst og skal tulkast. Hesar skriftir eru ofta poetiskar, tíðarspesifikkar og skulu ofta lýsa ein problematikk gjøgnum myndamál. Og hóast alt, so er tað jú ævigt lív ella ævig pínsla, sum tíðum er á skránni.
Altso, um Kajfinn kann loyva sær at kalla islam fyri eina sjúku, so má hann eisini kalla kristindóm fyri eina sjúku. Og orðingar sum “framferð islams”, sum hann tekur til eru heilt burturvið. Hetta minnir faktiskt sera nógv um orðingar hjá teimum mest víðgongu og militantu muslimunum, sum tosa demagogiskt um, at “kristindómurin” (undir einum) vil hetta og hatta; og “kristindómurin hevur altíð vilja bestemmað yvir okkum” osfr.
Bæði kristindómur og islam eru religiónir (ikki handlandi persónar), sum eisini eru sera samansettar. Tær kunnu ikki takast undir einum, sum Kajfinn og aðrir demagogar við ófrættakendum dagsskráum gera. Eitt er tó felags fyri báðar religiónir. Tær leggja báðar alstóran dent á fyrigeving, náði og miskunnsemi.
Lat meg líka at enda leggja afturat, at tað kann væl vera, at muslimar hava tað seksuella við í sínari fatan av paradís, og harvið duga at virðismeta kvinnur - eisini sum seksuellar verur. Og samstundis ásanna teir, at teir sjálvir hava ein seksuellan tørv, og at hesin er partur av kærleikslívinum. Høvdu bara katólsku biskupparnir verið líka skynsamir og sjálvjáttandi.
Kajfinn Hammer legði upp til í øllum førum ein part afturat, so mítt síðsta orð er kanska heldur ikki sagt hesum viðvíkjandi.