Tað var sannur botndystur í Gundadali, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi. Felags fyri bæði liðini er, at tey eru í vanda fyri at flyta niður. Undan dystinum var EB/Streymur næstaftast við 25 stigum – FC Suðuroy er aftast við 23 stigum – og B36 var á áttanda plássi við 26 stigum.
Í kvøld vann B36 2-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Tað ber við sær, at B36 hevur 29 stig og EB/Streymur hevur 25 stig, nú tað eru trý umfør eftir.
Stóri maðurin hjá B36 var aftur í kvøld Hugin Samuelsen. Hann er farin av landinum í útbúgvingarørindum, men síðstu dagarnar hevur hann verið heima og hjálpt B36 í 1. deild. Leygardagin skoraði hann til 1-0, tá ið tað á Vágseiði ímóti FC Suðuroy endaði 1-1, og í kvøld skoraði hann bæði B36 málini.
Longu eftir stórar fimm minuttir setti hann hol á, og fýra minuttir eftir steðgin økti hann um munin til 2-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
Tíggju minuttir eftir steðgin minkaði Símun Sólheim um munin til 2-1. Tað eydnaðist B36 at halda tørn, og fagnaðurin var stórur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Símun Rógvi Hansen vardi B36 málið, og millum teir úti á vøllinum vóru Martin Agnarsson, Hákun Edmundsson, Hugin Samuelsen og Bjarni Petersen.
Jóannes Eyðfinnson Davidsen vardi málið hjá EB/Streymi, og millum teir úti á vøllinum vóru Rói Olsen, Tóki Johannesen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen og Símun Sólheim, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.
Skála | 24 | 15 | 1 | 8 | 53 | 28 | 46 |
AB | 24 | 11 | 6 | 7 | 45 | 34 | 39 |
Víkingur | 24 | 11 | 4 | 9 | 57 | 41 | 37 |
B71 | 23 | 11 | 4 | 8 | 49 | 41 | 37 |
NSÍ | 24 | 11 | 4 | 9 | 52 | 53 | 37 |
HB | 24 | 10 | 2 | 12 | 42 | 52 | 32 |
KÍ | 24 | 8 | 6 | 10 | 36 | 42 | 30 |
B36 | 24 | 8 | 5 | 11 | 38 | 51 | 29 |
EB/Streymur | 24 | 7 | 4 | 13 | 39 | 55 | 25 |
FC Suðuroy | 23 | 5 | 8 | 10 | 34 | 48 | 23 |
Sunnudagin 10. oktober
FC Suðuroy - B71
Leygardagin 16. oktober
Skála - KÍ
B36 - AB
B71 - NSÍ
FC Suðuroy - Víkingur
Sunnudagin 17. oktober
HB - EB/Streymur