Áhugin fyri at vinna tríggjar milliónir krónur í Gekkinum er munandi minni nú, enn hann var fyri nøkrum fáum vikum síðan. Sølutølini hjá Kringvarpinum vísa nevniliga, at tað verða túsundtals færri seðlar seldir nú, enn fyri nøkrum vikum síðan, tá sølan lá yvir 30.000 seðlar.
- Í síðstu viku blivu nærum 27.000 seðlar seldir. Tað eru 2.000 seðlar meira enn vikuna frammanundan, men tað er væl minni enn tað var fyri nøkrum vikum síðan, tá sølan var yvir 30.000 seðlar, verður upplýst úr Kringvarpinum.
Um sølan í síðstu viku verður samanborin við søluna í næstu viku í juni, tá vinningurin seinast var tríggjar milliónir krónur, sæst at áhugin er munandi minni. Tá seldi Kringvarpið 35.500 gekkaseðlar, ið eru 8.500 fleiri seðlar enn í farnu viku.
Sølan rakti loftið, tá høvuðsvinningurin var 3,2 milliónir krónur 15. juni. Tá blivu 37.500 seðlar seldir.