Hugin gjørt samstarvsavtalu við Markeds Consult

Tíðindaskriv

Føroyska virkisráðgevingarfelagið Hugin spf. hevur gjørt eina samstarvsavtalu við danska ráðgevingarfelagið Markeds Consult, sum ger tað møguleikt at bjóða nýggjar spennandi tænastur.
Markeds Consult fæst serliga við at gera kanningar um kunda- og starvsfólkanøgdsemi fyri fyritøkur, bæði privatar og almennar. Fyritøkan er ein tann fremsta danska ráðgevingarfyritøkan innan fyri máting, rapportering og ráðgeving av tí mest virðismikla aktivinum - nevnliga tey immateriellu.
Markeds Consult er m.a. við til at framleiða tað leiðandi evropeiska nøgdsemis-indexið fyri starvsfólk, European Employee Index.
Nú hevur Hugin tískil møguleika at bjóða føroyskum fyritøkum og almennun stovnum hesa tænastu.
Grundarlagið undir samstarvsavtaluni er, at Hugin og Markeds Consult hava ta hugsan, at gjøgnum samstarv eru vit sterkari og kunnu nýta okkara ymisku vitan og førleika í hesum samstarvi til virðisskapan fyri kundar okkara.
Tað gerst alsamt meira neyðugt og vanligt at máta nøgdsemi hjá sínum starvsfólkum og sínum kundum. Hetta fyri at fáa eina mynd av, hvar fyritøkan skapar virði fyri kundar og starvsfólk, og hvar fyritøkan skal seta eyka inn fyri at betra seg. Eitt framkomið og kappingarført vinnulív krevur, at leiðslurnar eru dugnaligar at taka tær røttu avgerðirnar við tí rætta grundarlagnum. Við at gera hesar nøgdsemiskanningar javnan kunnu fyritøkurnar síggja, um nøgdsemið verður betri, har tað er neyðugt.
Við hesi tænastuni ber eisini til at samanbera ("benchmarka") síni nøgdsemisúrslit við úrslitini í somu vinnugreinum í øðrum londum, eitt nú Norðurlondum. Markeds Consult hevur hollar royndir at gera tílíkar nøgdsemis-kanningar, og niðurstøðan er púra greið: Nøgdir kundar og nøgd starvsfólk geva fyritøkunum búskaparligan vinning.
Umframt at skipa fyri kanningini og fáa úrslitið til vega, hjálpir Hugin eisini við at veita serkøna hjálp við at lýsa og viðgera kanningarúrslitið. Hetta fyri at umseta kanningarúrslitið til ítøkiligar handlingsætlanir við tí endamálið at betra um nøgdsemi hjá kundunum og starvsfólkunum.
Vit eru sera fegnir um at hava fingið hetta samstarv í lag, og vænta okkum nógv av samstarvinum okkara kundum at gagni.