Ættargranskingarfelagið KT Slekt, sum júst hevur havt aðalfund, veksur støðugt. Við árslok hevði felagið 525 limir úr níggju ymsum londun Í nevndini stóðu Randi Á. Jakobsen og Hans Suni Jensen fyri vali. Bæði blivu afturvald, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Umframt tey sita Gøran Wennerstrøm, formaður, Sofus Johannesen og Steinbjørn í Dali í nevndini.
Eftir aðalfundin helt Max Weihi áhugaverdan fyrilestur um Selatrað.
Limirnir í KT Slekt møtast bert einaferð um árið, og tað er á árliga aðalfundinum. Dagliga samskifta limirnir bert umvegis heimasíðuna www.genealogi.fo, sum sambært felagnum er sera vælumtókt. Kjaktorgið og tær
innskrivaðu fólkateljingarnar eru best umtóktar av teimum sløku 200 dagligu vitjanunum á heimasíðuni.
Síðan hevur millum annað fleiri enn 60.000 nøvn úr fólkateljingum frá 1801 og frameftir, ið limir felagsins kunnu leita í. Tað gongur støðugt framá at skriva fólkateljingar inn, skrivar felagið, sum sóknast eftir fólki at
skriva inn fólkateljingarnar - serliga úr norðoyggjunum.
KT Slekt arbeiðir eisini við at skráseta allar kirkjugarðar og gravir í Føroyum. Nakað av tilfari er longu tøkt á heimasíðuni. Onkrar kommunur eru sera trekar at lata upplýsingar um kirkjugarðar og vísa til, at hetta eru eymar upplýsingar. Felagið heldur, at upplýsingar um kirkjugarðar, til ættargranskilig endamál, ikki er í stríð við nakra lóg.
Av teimum 525 limunm í KT Slekt eru 87 uttanlands og koma úr níggju ymiskum londum.










