Áhugin fyri iPhone er minkandi

Fyri tveimum vikum síðani kunngjørdi Apple fyritøkan, at nýggj iPhone kemur á marknaðin. Apple kunngjørdi bæði eina iPhone 8 og eina sokallaða iPhone X, sum tó ikki kann umbiðast enn.

Tað er tó greitt, at áhugin fyri at ogna sær nýggja iPhone er ikki tann sami, sum hann var fyri nøkrum árum síðani.

Greiningarfyritøkan Rosenblatt Securities veit at siga, at á kinversku handilssíðuni Jd.com vóru 1,5 milliónir iPhone 8 umbidnar fyrstu tríggjar dagarnar eftir framløgna hjá Apple. Tá ið iPhone 7 var kunngjørd, var talið 3,5 milliónir.

Rosenblatt Securities sigur, at eisini í USA er áhugin fyri at ogna sær nýggjastu útgávu av iPhone minkandi.

Kursurin á partabrøvum í fleiri av fyritøkunum, sum eru við í framleiðsluni av iPhone, eru falnir seinastu dagarnar. Kursurin á partabrøvunum í Apple er fallin 6,6 prosent, síðani iPhone 8 varð kunngjørd.

Sambært Ritzau halda telefyritøkur í Danmark, at ein viðvirkandi orsøk til fallandi áhugan er, at Apple er á veg við iPhone X, og at fólk vilja hava møguleikan at velja millum iPhone 8 og iPhone X, áðrenn tey keypa.