Oljumessa
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
-Eg var glaður fyri, at eg fór til oljumessuna í Aberdeen, hóast man veit, at nógv nýtt er ikki at frætta í løtuni. Ein fær líkasum passað sítt netverk og heilsað uppá fólk, sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum, sum saman við Menningarstovuni var við til at skipa fyri føroyska básinum. Atlantsflog var so eisini partur av føroyska básinum í Aberdeen og nýtti Magni Arge høvi at vitja messuna.
Hann heldur, at tað er ein kveikjandi og vaksandi áhugi fyri Føroyum aftur. Bæði frá oljufeløgum og øðrum, sum eru við á messuni. Hetta er sjálvandi tí, at tað verður eitt ávíst virksemi næsta ár. Og eitt felag sum Chevron hevur latið okkum vita, at teir eru rímuliga áhugaðir at seta okkurt í verk í 2007. Og tað tykist eisini sum at BP fer í gongd aftur annaðhvørt í 2006 ella 07.
-Men alt hetta er øgiliga tengt at, hvussu tað fer at eydnast hjá Statoil komandi ár. Um boringin fer at hepnast hampuligt, og tað verður áhugavert út frá einum jarðfrøðiligum sjónarmiði, so er tað gott. Men verður úrslitið negativt fer tað eisini at vera negativit fyri víðari gongdina. Formaðurin í Oljuvinnufelagnum heldur, at í heila tikið var áhugin fyri Føroyum og leiting her rímuliga positivur.
Boringin hjá Statoil, sum sipað verður til, er ætlandi fyrsti brunnurin, sum nakrantíð verður boraður gjøgnum tjúkkar basaltfláir inni á landgrunninum. Helst er talan um tveir írestandi brunnar fra´1. útbjóðing, sum verða lagdir saman til ein, tann hjá Statoilsamtaki og tann hjá Amerada Hess samtaki.










