Tað er so lítil áhugi fyri at stilla upp til eldraráðið í Suðuroy og í Norðoyggjum, at tað er neyðugt at útseta freistina. Tað boða kommunurnar frá nú.
Eftir ætlan skulu suðuroyingar og norðoyingar velja eitt eldraráð í næstum. Endamálið við eldraráðnum er at bøta um sambandið ímillum tey eldru og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy og í Norðoyggjum. Tilsamans skulu níggju fólk veljast í eldraráðið í Suðuroy. Vágs kommuna og Tvøroyrar kommuna fáa tveir limir hvør og hinar fimm kommunurnar fáa ein lim í part.
Eftir ætlan var seinasta freist at stilla upp seinasta fríggjadag, 16. oktober, men undirtøkan er so lítil, at nú er freistin at stilla upp, longd til klokkan 12 á miðdegi tann 30. oktober, tað er næsta fríggjadag.
Í Norðoyggjum skulu 11 fólkveljast í eldraráðið. Har er freistin at stilla upp, longd til í dag, fríggjadagin 23. oktober, klokkan 12, tað er um slakar tríggjar tímar.
Øll, sum eru 60 ár kunnu stilla upp til eldraráðið og valskeiðið er frá 1. januar til 31. desember 2024. Tá ið eldraráðið er valt, skipar tað seg sjálvt. Valið er 10. November í samandi við valið til kommunustýrið.
Tey, sum hava hug at stilla upp, skulu boða kommunuskrivstovuni frá, áðrenn freistin er farin og tey skulu hava undirskrift við sær frá tveimum stillarum, men eingin kann vera stillara hjá meiri enn einum valevni.











