Norðlýsið hevur gjørt nógvar túrar til Dímunar í summar samanborið við undanfarin ár.
Tað hevur hilnast betur við veður- og siglilíkindum, og tí hevur borið til hjá Birgiri Enni og manning hansara umborð á Norðlýsinum at gera fleiri túrar til Dímunar higartil í ár.
Og undirtøkan millum bæði føroyingar og útlendingar hevur verið góð. Hjá fleiri føroyingum er tað ein gamal dreymur at sleppa at vitja Stóru Dímun.
Talan er um ein drúgvan dagstúr, har møguleiki er at verða í Dímun nakrar tímar, áðrenn siglt verður til Havnar aftur. Ferðafólkini verða eisini boðin til kaffi og ábit hjá bóndahjúnunum í Stóru Dímun.
Ætlandi fer Norðlýsið aftur ein túr til Dímunar mánamorgun.